Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvForedrag
vvNovellekredsen
vvTrilogien
Sidste nyt
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
xxMøde i mol
vvTuren går til
Artikler
Pressefotos



 

Tíðargrein í Sosialinum 31.1.08

 

Føroyingar á nýggjari kós.

Ert tú tjóðveldis- ella sambandsmaður? Fyri ella ímóti loysing? Í meir enn hundrað ár hevur ikki borið til at sloppið undan hesum spurninginum, tá tveir føroyingar eru komnir saman. Og til hvørt einasta løgtingsval hevur hesin sami spurningur verið eitt høvuðsevni í valstríðnum. Men soleiðis er ikki longur.
Tá føroyingar settu sín kross á løgtingsvalinum herfyri, kundu teir hyggja aftur á eitt orðaskifti, sum fyrst og fremst hevur snúð seg um børnini, tey gomlu og tey veiku. Um tað stagneraða fókatalið og tað stóra undirskotið av kvinnum. Um valið millum vælferð ella fleiri skattalættar – og ikki millum ja ella nei til ríkisfelagsskapin.

Hermótini geva eftir
Nógv bendir sostatt á, at polariseringin í føroyskum politikki er við at hoyra eini farnari tíð til. Líka síðani teir fyrstu flokkarnir vórðu stovnaðir, hevur føroyskur politikkur verið eyðkendur av ”dupultu markastrikuni”. Av einum politiskum landslagi, sum umframt eina vinsta-høgra ás, eisini hevur verið býtt sundur í eitt fyri ella ímóti sambandi við Danmark. Og sum hevur býtt fólkið í tveir bólkar.
Men nú tykjast hermótini at geva eftir. Undan valinum hava flokkarnir leitað móti miðjuni, har teir hava kappast um at lova betri skúlar, meir pening til sjúkrahúsini, og áhaldandi útbygging av vælferðarøkjunum. Og hvat loysing-samband ásini viðvíkur, er vanliga runublakanin millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin ikki bara hildin uppat. Teir báðir floksformenninir hava entá ferðast kring landið á eini felags valferð. Heldur løgi kanska. Men eisini eitt tekin um, at nýggir vindar blæsa í føroyskum politikki.

Fánaðar ræðumyndir
Fyri fýra árum síðani vóru oyggjarnar, sum National Geographic Traveler júst hevur skírt ”heimsins vakrastu”, í djúpari politiskari kreppu. Eftir seks árum við fullveldissamgonguni, sum uttan úrslit samráddist um føroyskt sjálvstýrið við táverandi forsetismálaráðharra, Poul Nyrup Rasmussen, mátti Anfinn Kallsberg, løgmaður, skriva út nýval í ótíð í 2003. Á valinum í januar í 2004 høvdu flestu føroysku veljararnir mist trúnna á fullveldið - á at Føroyar skjótt fór at gerast ein sjálvstøðug tjóð.
Við ringum tannabiti mátti Tjóðveldisflokkurin fara í andstøðu, og frá síðulinjuni í nýggja løgtinginum manaði formaðurin í flokkinum, Høgni Hoydal, fram eina ræðumynd fyri og aðra eftir: Nú fóru Føroyar at forkoma úrslitunum frá seinastu seks árunum. Oyggjarnar fóru at gerast enn meir bundnar av Danmark og alt arbeiðið við at yvirtaka málsøki fór at steðga.
Men soleiðis gekst faktiskt ikki. Við løgmanni Jóannes Eidesgaard á odda eru fleiri málsøki yvirtikin seinastu fýra árini, enn tað vórðu, tey seks árini undir fullveldissamgonguni. Undir farna landsstýri er Heimastýrislógin frá 1948 umsíðir víðkað við eini nútímans lóg, Yvirtøkulógini, sum økir møguleikarnar at yvirtaka málsøki frá donskum mynduleikum.
Síðani tá er flogvøllurin í Vágum vorðin føroyskt málsøki. Fjølmiðlaábyrgdarlógin og og tilbúgvingin eru yvirtikin og nýliga er fólkakirkjan eisini komin á føroysku fíggjarlógina. Yvirtøkulógin letur tó framvegis ikki upp fyri møguleikanum at yvirtaka týdningarmikil málsøki sum m.a stjórnarskipanarlógin, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

Triði vegurin
Í Uttanríkispolitisku heimildarlógini verða Føroya nevndar ’Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne’. Ein orðing, tjóðveldisfólk fata sum prógv um, at Føroyar hava latið frá sær sítt grundleggjandi og fólkarættarliga krav um sjálvsavgerðarrætt. Men sjálvt um Høgni Hoydal messar orðingina, so skjótt eitt upptøkutól vendir móti honum, broytir tað ikki ta sannroynd, at ein nýggj rørsla er á veg.
So við og við fara Føroyar at yvirtaka tey 21 málsøkini, ið eru eftir. Mál fyri mál, stig fyri stig flyta føroyingar seg burtur frá antin-ella felluni, har tað antin ræður um skjóta og fullkomna loysing frá Danmark ella um at halda fast um ríkisfelagsskapin fyri einhvønn prís. Alsamt fleiri ásanna, at heimurin er alt ov fløktur til at kunna rúmast í svørt/hvítum tvístøðum.
Nú snýr tað seg um tann ’triðja vegin’. Um eitt bæði-og, har Føroyar bæði eru politiskt og búskaparliga sjálvberandi og samstarva við danmark á einum støðugt meir jøvnum føti.
Undir valstríðnum hava fleiri víst á, at føroyingar eru nøkunlunda samdir um, at Føroyar einaferð í framtíðini verða ein sjálvstøðug tjóð. Nakað íøkiligt árstal eru teir tó ikki samdir um enn.
Fyri løgmann snýr tað seg beint nú um Visjón 2015 – eitt strategiupplegg, sum skal broyta føroyska fiskiídnaðarsamfelagið til eitt vitanarsamfelag, sum kann taka við avbjóðingunum í einum støðugt meir altjóðagjørdum heimi. Og ambitiónirnar feila onki. Verður tað til Eidesgaard, skulu Føroysar á henda hátt um sjey-átta ár verða eitt av teimum londum í heiminum, ið klára seg best.

Føroyra nakran kjans?
Spurningurin er, um eitt evarska lítið land, langt úti í Norðuratlantshavi yvirhøvur hevur nakran kjans í altjóða kappingini. Og í heila tikið. Óndar tungur vilja vera við, at í framtíðini fara føroyingar at hava meir enn nokk við bara at yvirliva á vøkru oyggjunum. Gamaní gongur tað framúr væl búskaparliga. Í løtuni. Føroyski búskapurin hevur altíð verið skroypiligur, tí hann stórt sæð bara kann dúva uppá fiskivinnuna. og tá tað gongur væl hjá fiskivinnuni, gongur tað eisini væl í Føroyum. Og øvut: Hvørvur toskurin, verður alifiskurin raktur av sjúku, ella dalar eftirspurningurin eftir fiskavørum, so gongur tað illa. Fyri ikki at tala um búskaparkreppuna fyrst í 90’unum, tá meir enn fimm túsund føroyingar flýggjaðu frá hóparbeiðsloysi, og hús og skip í hundraðtali fóru á tvingsilsølu.
Men seinastu tvey árini hava Føroyar riðið við á eini altjóða bylgju av búskaparligari framgongd. Eisini innanríkispolitiskt hevur búskapurin víst sína styrki við skattalættum fyri slakar tríhundrað milliónir krónir, eins og stórar almennar íløgur eru gjørdar í samferðslukervið. Í eini roynd at steðga avfólkanini av útoyggjunum, eru íløgur gjørdar í tunlar, havnaløg og ferjur. Samstundis hevur ein nýggj realkreditlóggáva gjørt tað møguligt hjá føroyingum at fíggja hús við rentufríum lánum, og tað hevur av álvara sett ferð á brúksveitsluna. Føroyingar keypa bilar og uttanlandaferðir, sum ongantíð fyrr. Føroyski búskapurin fer buldrandi avstað og hallið á gjaldsjavnvágini er nú 1,2 milliardir.
Sambært fíggjarlógarfrágreiðingini fyri í ár hækkaðu lønarútgjaldingarnar í 2007 við heili 8,2 prosentum. Ì november minkaði arbeiðsloysið til tað søguligt lága 1,3 prosent, og nógva staðni er tørvur á arbeiðsmegi.
Hóast bæði danski nationalbankin og føroyska búskaparráðið nú ávara um vandan fyri ovurupphiting, vóru byrjandi krepputekinini ongantíð av álvara eitt kjakevni í valstríðnum. Heldur varð evnið tagt burtur. Nú gongur tað jú akkurát so væl.
Eitt annað álvarsamt evnið er hinvegin komið á dagsskránna, nevniliga gongdin í íbúgvarabýtinum.
Í desember búðu 48.405 fólk í Føroyum. Fólkatalið stendur í stað, og støðugt fleiri tosa um, at meir má gerast fyri at lokka teir 20.000 føroyingarnir, sum búgva í Danmark, heimaftur.
Ikki nokk við at samfelagið hagfrøðiliga er steðgað upp. Eisini kynsbýtið er skeivt. Fyri hvørjar hundrað føroyingar eru 52 menn, og í aldursbólkinum 24-39 ár vanta heili 2.000 kvinnur í mun til menn. Verður gongdin ikki vend, kunnu Føroyar gloyma alt um at gerast eitt sjálvberandi og modernað vælferðarsamfelag, sum kann metast við tey bestu í heiminum.

Pínligt
Tá stóra formansorðaskiftið í sjónvarpinum setti skjøtil á valstríðið gjørdist tað øllum pínliga greitt, at okkurt er rúkandi galið. Fram á skíggjan dagaðu sjey miðaldrandi menn og ein ungur maður við einum nýggjum flokki, hvørs einasta mál var betri miðnámsskúlar. Sjey menn og ikki ein einasta kvinna. Í undanfarna løgtingi sótu kvinnur í bert trimum av teimum 32 tingsessunum. Og sjálvt um fimti hvør tingsessur verður mannaður av eini kvinni nú eftir valið, er langt eftir, til Føroyar kunnu reypa av at vera við í oddinum, tá tað ræður um parlamentariska kvinnuumboðan.
Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Kanska er júst tað, at kvinnurnar eru so ósjónligar, ein av orsøkunum til, at tey sonevndu bleytu virðini hava fylt so nógv í hesum valstriðnum? Um tað skal verða lokkandi fyri kvinnur at gera seg galdandi í politikki og í heila tikið at geva sítt íkast til samfelagið á jøvnum føti við menn, mugu grundleggjandi vælferðarøkini styrkjast.
Í Føroyum búgva fólk í egnum húsum, og við galdandi húsaprísunum, er tað ógjørligt hjá eini einligari mammu at búgva í Havn, uttan mun til, um hon er flakakvinna ella skúlatannlækni. Íbúðir eksistera stórt sæð ikki, íbúðarstuðul er eitt ókent fyribrigdi og almenna barnasansingin er dýr. Sosialu skipaninar í Føroyum hóska als ikki til nútímans familjumynstur, har støðugt fleiri eru støk ella einligir uppihaldarar.

Andingarhol
Uttan mun til, hvat landsstýri nú verður skipað, verður ríkiligt at fara í holt við. Vælferðin skal útbyggjast og inntøkumøguleikarnir betrast. Brúk verður fyri nógvum og fjølbroyttum fyritøkum og vinnumøguleikum, og fleiri útlendskir íleggjarar skulu fáast at gera íløgur í kunningartøkni og útbúgving.
Eins og ’innovatión’ í Danmark er vorðið nýtt buzzword, tá tað snýr seg um, hvørjum landið skal liva av, er ’nýskapan’ vorði gandaorðið í Føroyum. Hóast størsti parturin av inntøkunum framvegis fara at koma frá fiskivinnuni, verður eisini her neyðugt at hugsa nýtt. Bæði við atliti til fiskilóggávu og fígging og til tilfeingi og veiðuhættir, har krøvini til fiskivinnuna um umhvørvisvernd og burðardygd økjast alsamt.
Fyrr ella seinni kemur oljan vónandi eisini at geva eitt íkast til føroyska búskapin og ferðavinnan kann gerast eitt týðandi ískoyti. Viðurkenningin frá amerikanska ferðatíðarritinum fyri stuttum er ikki eitt einstakt dømi. Alsamt fleiri fáa eyguni upp fyri føroysku náttúruni sum eitt andingarhol í einum heimi av larmi og strongd. Eisini í Føroyum verður varpað ljós á ferðavinnu. Íløgur verða gjørdar í gistingarhús, matstovur og caféir, og satsað verður meir á mentan, so sum festivalar við altjóða viðurkendum tónleikararum sum Eivør, Teitur og Brandur Enni.

266b oyðilegði myndina
Skulu Føroyar ’brandast’ framyvir, er tað hinvegin sera týdningarmikið, at komandi løgting heldur seg burtur frá málum, sum oyðileggja myndina úteftir, eins og fyri einum ári síðani, tá ógvusliga kjakið í Føroyum um 266 b vakti ans kring allan heimin. Og tá tað bara við neyð og deyð eydnaðist fólkaræðinum at vinna á kristnu fundamentalismuni.
Gamla máliskan ’alt kann henda í politikki’ er eisini galdandi í Føroyum. Men uttan mun til, hvørjir politiskir flokkar nú finna saman, verður tað spennandi – eisini fyri danir – at fylgja stríðnum hjá føroyingum at gerast eitt ev heimsins bestu londum. Og ikki minst teirra nýggju kós fram móti politiskari og búskaparligari burðardygd.

Umsett: Anna V. Ellingsgaard

Læs kronikken på dansk her

Se evt også:

Artikel om færøsk fest

Kronik om Færøvalg 2004

Kommentar om kvinder og ledelse

   
.