Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvForedrag
vvNovellekredsen
vvTrilogien
Sidste nyt
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
xxMøde i mol
vvTuren går til
Artikler
Pressefotos



 

Tá ið einglar spæla Mozart

Bókin kom út á føroyskum hjá Sprotanum í mars 2020. Týðari: Elin Henriksen

Tá ið danski løgfrøðingurin Lisa Bjørn Nielsen í februar 2000 kemur til Havnar at hava framløgu á einari fullveldisráðstevnu, møtir hon fortíð og ungdómskærleika, sum hon helt seg langt síðan hava lagt aftur um seg. 
Sum ung búði Lisa í Føroyum í eitt ár. Nú vendir hon 44 ára gomul aftur, men ferðin roynist øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær. Gjøgnum trý samdøgur hittir hon longsil og skuggar úr fortíðini og noyðist at endurskoða lív sítt.
Tá ið einglar spæla Mozart er ein skaldsøga um leitanina hjá eini kvinnu eftir meining í einum nútímans heimi. Um at velja og velja frá, um kærleika, tónleik og politikk. Hon er eisini ein frásøgn um tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um leið føroyinga ávegis til sjálvstýri. 
„Hesin lítli lummin av møguleikum mitt í Atlantshavi. So viðbrekin í roynd síni at vinna frælsi. Fullveldistilgongdin, sum kanska als ikki skuldi fara at eydnast. Og kortini … 
Tann sjálvstøðugi staturin var ikki beint fyri framman, men gjøgnum tilgongdina høvdu Føroyar gjørt eitt risalop í myndanini av síni kollektivu tilvitsku. Og við at siga søguna um seg sjálvar sum virkisfúsar høvdu føroyingar sáað fræ til eina søguskriving í nýggja áratúsundinum, har teir ikki longur høvdu leiklutin sum offur fyri einum yvirveldi.“ 

 

Eisini sum ljóðbók
Í september 2020 var bókin eisini givin út sum ljóðbók, lisið av Elin Brimheim Heinesen, Ljóðbókatænastan, og var lagt fram á Landsbókasavninum, har m.a. Rakul Napoleonsdóttir helt fyrilestur um Tá ið einglar spæla Mozart sum bók og ljóðbok (sí niðanfyri)

Lisbeth Nebelong

Fyrilestur á Landsbókasavninum 30.9.20 v/Rakul Napoleonsdóttir:
Eg eri fólkaskúlalærari og cand. mag. í norðurlendskum máli og bókmentum. Eg eri harumframt orðblindalærari og hava seinastu 2 árini arbeitt burtur av við næmingum á Glasi, ið hava trupult við at lesa, skriva og stava.
Tá ið eg skrivaði mína serritgerð á universitetinum í Aarhus fyri sløkum 10 árum síðani, valdi eg at seta ljóseykuna á tí ástøðiligu sjangruna, ið verður nevnd postkolonialisma. Eg var serliga upptikin av, hvussu fremmandafólk uppliva Føroyar og føroyingar, og hvussu alt tað, ið serføroyskt er, verður uppfatað og lýst í útlendskum bókmentum.
Eg kendi skaldsøguna “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret”, sum Johan Harstad gav út í 2005, og sum lýsir ein ungan mann, ið býr í Føroyum eitt tíðarskeið, og sum lýsir føroyska mentan, føroyskar vanar og føroyskar óvanar gjøgnum sítt norska upphav og gjøgnum sínar norsku mentanarbrillur. Eg hevði gjørt av, at eg vildi nýta bókina um Buzz Aldrin sum empiriskt grundarlag í serritgerðini.
Men tá ið eg legði mína ætlan fram fyri mín høvuðsvegleiðara, lektor emeritus og dr. phil, Hans Hauge, so segði hann mær, at bókin ”Når engle spiller Mozart”, ið Lisbeth Nebelong hevði givið út í 2003, var sum skorin til høvið. Hana mátti eg lesa – og hana mátti eg vísa til í míni serritgerð.
Eg minnist, at tá ið eg beyð Hansi farvæl henda sama dagin, fór eg beina kós yvir á Statsbókasavnið at lána mær Einglabókina, og fáar tímar seinni hevði eg lisið hana úr enda í annan – og uttan steðg.  

Um skaldsøgan
Søgan um Lisu og Kára hugtók meg av ymiskum orsøkum. Og tað ger hon framvegis.
Í dag starvist eg á miðnámsskúlaøkinum, og eri eg biðin um at meta um, hvørjar dygdir bókin hevur í føroyska skúlaverkinum. Og tað vil eg fegin gera.
Bókin hevur nakrar skaldsligar og tematiskar dygdir, ið gera, at hon er serstakliga væl egnað til undirvísing í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi í Føroyum. Og tey 10 árini, ið eg havi undirvíst í donskum í Hoydølum og á Glasi havi eg hvørjum ári havt styttri og longri undirvísingargongdir, ið hava tikið støði í skaldsøguni.

  • Næmingarnir hava lisið skaldsøguna sum sjálvstøðugt høvuðsverk, har vit serliga hava arbeitt við temum sum (1) Føroyar í 1970unum, (2) Føroyar um aldarskiftið, (3) Tá ið Ríkisfelagsskapurin mundi farið í søguna, (4) Føroyar í eygum annara, (5) Kærleiki og brotin kærleiki. Osfr..
  • Næmingarnir hava samanborið skaldsøguna við bókina “2000 - Tá Føroyar skuldu loysa”, sum fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur skrivað. Í hesum føri hava vit kannað, hvussu sama søguliga tíðarskeið og sama politiska stríð verður viðgjørt í ávikavist eini skaldsøgu og í eini meiri faktuellari bók.
  • Næmingarnir hava leitað í myndabókum og í sjónbondum fyri at vita, hvussu Føroyar og Havnar gøtur sóu út í 1970unum, tá ið tað rann saman millum Lisu og Kára.

Tað, ið ger “Når engle spiller Mozart” til eitt sera týdningarmikið verk í undirvísingarhøpi er, at verkið viðger nøkur temu, ið eru bæði tíðarleys og tíðarbundin, og samstundis verða hesi temu skrivað inn í ein føroyskan kontekst, sum næmingarnir kenna seg aftur í. Og teir lata seg rættuliga natúrliga hugfanga av teimum tilburðum og avbjóðingum, ið høvuðspersónarnir, Kári og Lisa, royna at fáa bilbugt við.
Tá ið ein lærari skal royna at stimbra lesihugin hjá næmingunum, so hevur tað so ómetaliga nógv at siga, at lærarin finnur tilfar, ið næmingarnir halda verða viðkomandi og innihaldsríkt. Tilfar, ið er íheimligt og fremmant um somu tíð.   
Eftirmeting er vorðin ein samfastur partur av gerandisdegnum á miðnámi. T.e. at næmingarnir fáa høvi at seta orð á, hvørji temu og hvat undirvísingartilfar teimum hevur dámt væl, hvat teimum hevur dámt minni væl gjøgnum árið. Og líkamikið, hvussu mínir flokkar hava arbeitt við Einglabókini, so hevur undirvísing, ið er bygd rundan um hesa donsk/føroysku skaldsøguna, altíð fingið bestu skotsmál.
Eg eri dansktlærari. Tvs. at eg havi arbeitt við bókini í dansktlærugreinini og á donskum. Men tað er eingin ivi um, at bókin, ið varð týdd til føroyskt fyri kortum, er minst líka væl egnað til undirvísingina í føroyskum.
Bókin er væl skrivað, og bókin er væl týdd. Og hon viðger nøkur temu, ið eru viðkomandi bæði í søguligum, samfelagsligum og politiskum samanhangi – og ikki minst í einum samanhangi, har man torir at dvølja við, hvat tað vil siga at vera ungur, hvat tað vil siga, at vera menniskja, hvat tað vil siga at vera forelskaður, og hvat tað vil siga at taka nøkur val í lívinum, ið ávirka lívsleiðina hareftir.

Um ljóðbókin
At bókin er komin út sum ljóðbók hevur ta fylgju, at hon kann náa einum størri lesaraskara. Næmingar, ið hava orðblindni, eru lesiveikir, hava niðursetta sjón, eru blindir ella hava uppmerksemisórógv av ymsum slagi hava sama tørv sum øll onnur at hoyra góðar og viðkomandi søgur. Hesir næmingar hava sama rætt sum tú og eg at njóta eina góða skaldsøgu og at læra av eini góðari skaldsøgu.
Ein fyrimunur við ljóðbókini er, at tú nýtist ikki at sita í friði og náðum og lurta eftir upplestrinum. Nei, tú kanst lurta allatíðina og allastaðnis. Og nógvir av teimum næmingum, ið hava serligar avbjóðingar, og sum eg hitti í mínum dagliga arbeiði á Glasi, hava trupult við at sita stillir og lýða á. Fyri teir er ljóðbókin eitt avbera hent amboð. Teir kunnu lurta inni eins væl og úti. Teir kunnu lurta, meðan teir sita, standa, liggja, ganga og/ella renna.   
Tað kann verða ein trupul uppgáva at siga við vissu, hvussu nógvir næmingar á Glasi hava orðblindni, og hvussu nógvir hava lesitrupulleikar av ymiskum slagi. Men tað er eingin ivi um, at tað eru nógvir miðnámsskúlanæmingar, ið ikki høvdu farið í holt við Einglabókina, um teir skuldu lisið hana úr enda í annan. Ljóðbókin hevur givið øllum hesum ein møguleika at taka lut í undirvísingini á jøvnum føti við aðrar næmingar. Tað fegnist eg um.
Og til endans vil eg senda eina lítla heilsu til tín, Lisbeth. Tú ert eitt arbeiðsjarn. Tú ert nýhugsandi. Tú ert ein føroyavinur. Og so ert tú ein frálíkur rithøvundur.  
Einglabókin er eitt kærkomið íkast í føroyska bókmentaheimin og nú eisini ljóðbókaheimin.

Sí eisini samrøða á føroyskum við Lisbeth Nebelong í Atlantic Review, januar 2017


 
   
.