"Når Engle spiller Mozart" - endurútgáva
Skaldsøgan "Når engle spiller Mozart" er
uppseld og verður nú endurútgivin sum fikkubók.
Umleið triðingurin av upprunaútgávuni er seldur
í Føroyum, og rithøvundurin Lisbeth Nebelong
er ovfarin og glað, at eisini føroyingar hava tikið
væl ímóti hennara fyrstu skaldsøgu.
Serliga fegnast hon um, at nógv fólk hava vent sær
beinleiðis til hennara við brøvum, teldupostum og
sms'um og hava sagt sína hugsan um bókina, um persónarnar
í bókini og um hetta, at bókin fer fram í
Føroyum.
"Tað er ein stór gleði, tá ið fólk
siga frá, at bókin hevur nomið við tey og
sett ferð á týdningarmiklar tankar", sigur
Lisbeth Nebelong.
Skaldsøgan er um eina kvinnu, sum eftir mong ár,
á vitjan aftur til Føroyar hittir eina fortíð
og ein ungdómskærleika, sum hon trúði, at
hon langt síðani hevði lagt aftur um seg.
Ein skaldsøga um at velja og at velja burturfrá í
lívinum, um kærleika, tónleik og politikk. Tað
er eisini ein søga um tað norðurlendska og um viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark fyrr og nú.
Um rithøvundin
Lisbeth Nebelong er fødd í 1955. Hon er útbúgvin
tíðindakvinna og Master of Public Management, MPM. Árini
1965 til 1967 búði hon í Havn og gekk í
Skt. Frans Skúla. Seinni frá 1973-1974 kom hon aftur
og arbeiddi sum vikarur í Nonnuskúlanum.
Sum fjølmiðlakvinna vitjaði hon Føroyar í
1980, 1985 og í 1989, og í 2000 skrivaði hon ritgerð
um fullveldisgongdina í Føroyum. Í dag er hon
rithøvundur og samskiftisráðgevi, og hevur millum
annað haft skeið á Løgmansskrivstovuni um
"At fá boðskapin fram".
Seinastu tíggju árini hevur hon skrivað bøkur
um privatøkonomi hjá fólki.
Når engle spiller Mozart er hennara fyrsta skaldsøga.
Fikkubókin verður at fáa í bókabúðunum
fyrst í juli og kostar umleið 100 kr. Upprunaútgávan
kostaði 201 kr.
Meira fæst at vita frá Lisbeth á lisbeth@nebelong.com
telefon +45 39 68 32 98. Eisini ber til at venda sær til forlagið
til Annemarie Elkjær, annemarie@elkjaeroghansen.dk telefon
+45 45 85 7167.
|