Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvForedrag
vvNovellekredsen
vvTrilogien
Sidste nyt
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
xxMøde i mol
vvTuren går til
Artikler
Pressefotos



 

Pressemeddelelse om færø-lancering

Nýggj donsk skaldsøga fer fram í Føroyum

"Når engle spiller Mozart" er ein skaldsøga um eina kvinnu, sum eftir mong ár, á vitjan aftur til Føroyar hittir tann, sum hon elskaði sum ung. Í leiktjøldunum hoyrist fullveldiskjakið.

Skaldsøgan er um 44 ára gomlu Lisu Bjørn Nielsen, stjórnmálafrøðing, sum í februar 2000 kemur til Havnar at røða á fullveldisráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Á ferðini til Føroyar hittir hon eina fortíð og ein ungdómskærleika, sum hon trúði, at hon fyri langari tíð síðani hevði lagt aftur um seg.

Sum dóttir ríkisumboðsmannsins gekk hon í 3.G á Føroya Studentaskúla í 1974. Nú kemur hon aftur, sum búgvin karrierukvinna. Men ferðin fær eina heilt aðra gongd enn hon hevði væntað. Hesi trý samdøgrini hon er í Havn fær ikke bert tann politiska processin eitt álvarsamt skot fyri bógvin, eisini hennara egna sinni verður skakað, tá hon knappliga stendur andlit til andlits við ein longsul og trá og møtir skuggum úr egnari fortíð, sum noyða hana at endurskoða alt sítt lív.

"Når engle spiller Mozart" er ein skaldsøga um eina modernaða kvinnu sum leitar eftir samanhangi og meining í einum fløktum heimi. Um at velja og at velja burturfrá í lívinum, um kærleika, tónleik og politikk. Tað er eisini ein søga um tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um veg føroyinga móti sjálvstýri.


Um rithøvundin
Lisbeth Nebelong er fødd í 1955. Hon er útbúgvin tíðindakvinna og Master of Public Management, MPM.

Árini 1965 til 1967 búði hon í Havn og gekk í Skt. Frans Skúla. Seinni frá 1973-1974 kom hon aftur og arbeiddi sum vikarur í Nonnuskúlanum.

Sum fjølmiðlakvinna hevur Lisbeth Nebelong verið á frásøguferð í Føroyum í 1980, 1985 og í 1989. Í 2000 skrivaði hon eina ritgerð um fullveldisgongdina í Føroyum.

Í dag er hon samskiftisráðgevi og rithøvundur. Millum annað heldur hon skeið um "At fá boðskapin fram" fyri Løgmansskrivstovuna.

Seinastu tíggju árini hevur hon skrivað bøkur um privatøkonomi hjá fólki, tann nýggjasta er Sund økonomi, sum kom út í 2000.
Når engle spiller Mozart er hennara fyrsta skaldsøga.

"Når engle spiller Mozart" er komin út tann 26. august.

Tann 15. september klokkan 20.30 verður ein tíðindafundur og hugnaløta í Luongini á Hotel Hafnia har Lisbeth Nebelong lesur og sigur frá um skaldsøguna.
Øll eru vælkomin, og møguleiki verður eisini at skifta orð við rithøvundin um evnini í skaldsøguni.

 

 

 

   
 
   
.