Færøblues
Tíðindaskriv frá Sjónleikarhúsinum
um tiltak í sambandi við 1. útgávuna
av skaldsøguni.
Nýggja danska skaldsøgan Færøblues
kemur út í januar 2008 í Danmark, meðan
hon í Føroyum kemur út 21. november 2007.
Vit fara at hátíðarhalda hendan undanútgávudag
í sjónleikarhúsinum frá kl. 16-17.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Færøblues – drengen med celloen er onnur skaldsøgan
hjá Lisbeth Nebelong, og onnur skaldsøgan hjá
danska rithøvundanum, íð fer fram í Føroyum.
Fyrsta fagurbókmentaliga verk Lisbeths var Når engle
spiller Mozart (2003). Færøblues er sjálvstøðugt
verk, men er samstundis onnur bókin í einum ætlaðum
tríbindsverki um lívið í Norðuratlantshavinum
og hvussu donsk og føroysk mentan renna saman.
Nýggja skaldsøgan handlar um Kára, íð
nítjan ára gamal flytir úr Føroyum,
og sum ikki fyrr enn fimmogtjúgu ár seinni –
í februar 2000 - kemur heimaftur at spæla cello á
eini konsert í Norðurlandahúsinum.
Hann býr á Hotel Føroyum við konu og
børnum, og har endurupplívir hann dreingjaárini
í Havn í 60’unum og 70’unum: Pápin
er til skips, og mamman hevur nóg mikið at gera við
sínum. Men Kári hevur tónleikakøna
pápabeiggjan og vinirnar; konsertirnar og trolaratúrin;
kærleikan til donsku Lisu – og ógvisligu uppgerðina
við mammuna.
Lisbeth Nebelong búði í Havn sum barn og ung
í árunum 1965-67 og 1973-74 og hevur síðani
vitjað í Føroyum óteljandi ferðir
sum rithøvundur, journalistur, skeiðsleiðari og
fyrilestrahaldari.
Ein partur av undankanningini til Færøblues gekk
fyri seg umborð á trolaranum Bresti, har Lisbeth í
trettan dagar fylgdi lívinum umborð, og hon fylgdi
eisini symfoniorkestrinum í sambandi við framførsluna
av Mozarts rekviem mai 2005 í Norðurlandahúsinum
og á Toftum.
Skrá í sambandi við útgávuna av
bókini Færøblues – drengen med celloen
21. november í Sjónleikarhúsinum kl. 16 –
17.30:
- Móttøka víð Jytte Joensen, form. í
Havnar Sjónleikarfelag, og klavertónleikur við
Martin Restorff Jacobsen
- Steen Piper, stjóri á forlagnum Hovedland, greiðir
frá um forlagið, bøkurnar og um at vera aftur
í Føroyum.
- Tóri Restorff Jacobsen spælir præludiið
og sarabandin úr solosuite nr. 5 í C-mol eftir Bach.
- Lisbeth Nebelong tosar um bókina, um hví hon
hevur skrivað framhald um Kára og Lisu og um undankanningina
til bókina.
- Lisbeth handar Heðin Mortensen borgarstjóra eitt
eintak av Færøblues.
- Lisbeth lesur byrjanina til ”Piano”, har Kári
saman við italiensku lærarinnuni spælir ”Svanan”
eftir Saint Saëns.
- Tóri og Martin Restorff Jacobsen spæla ”Svanan”
á cello og klaver.
- Drekkamuður og høvi at koma við viðmerkingum
og at seta spurningar viðvíkjandi bókini.
|