Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvForedrag
vvNovellekredsen
vvTrilogien
Sidste nyt
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
xxMøde i mol
vvTuren går til
Artikler
Pressefotos



 

Anmeldelse - Dimmalætting marts 2005
 

Uddrag fra en stor artikel om færøsk litteratur og manglen på samme: Hví hava vit næstan ongar nútíðarskaldsøgur?(Hvorfor har vi næsten ingen nutidsromaner?), skrevet af Kim Simonsen den 18. marts 2005: NB: Se resumé på dansk nedenfor.

Tá danskarar spæla Mozart

Eg havi júst lisið skaldsøguna hjá Lisbeth Nebelong: »Når engle spiller Mozart«, ið er nútíðarskaldsøga um føroysk/donsk viðurskifti.
Bók hennara snýr seg um eina kvinnu, Lisu, ið hevur búð í Føroyum sum ung. Hon gekk í 3. g. í Hoydølum umleið 1974-1975, og sum dóttir ríkisumboðsmannin var hon ofta fyri atfinningum frá tjóðskaparsinnaðum lærarum. Lisa upplivdi eisini fyrsta stóra kærleikan, ið hevði stóra ávirkan á kensluborin ár í Havn sum »danskari« í Føroyum. Umleið ár 2000 endar hon aftur til Føroyar í arbeiðsørindum. Hon er nú 44 ára gomul, løgfrøðingur og lektari í stjórnarskipanarviðurskiftum á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Skaldsøgan snýr seg um eina leitan eftir meining í einari broyttari verð. Søgan er um at gerast menniskja og at tora at liva við kærleikanum og erotikkinum. Tá tað kemur til erotikk, er bókin hjá Nebelong bátslongdir framman fyri vanligu føroysku biedermeierskaldsøguna. Sjálvt William, ið vitalistiskt hálovaði lívinum, kvinnuni og kærleikanum, sløkti næstan altíð ljósið í sovikamarinum. Hjá Nebelong eru heitar ástarsenur, men tær eru ikki provokerandi sum pornosenurnar í bókunum hjá Høgna av Heiði, men vakrar og hava ein nátúrligan heimarætt í kærleikssøguni.
Hetta er ein modernað, realistisk skaldsøga, sum vit ikki skriva tær í Føroyum. Tí her snýr tað seg um at velja, um stóra kærleikan, um tónleik og politikk í Føroyum í dag. Bókin er ein postkolonial skaldsøga, ið eg skal viðmæla øllum at lesa. Best av øllum er, at høvuðspersónurin Lisa er ein veruliga modernaður persónur, og tað ger hana áhugaverda, tí hon er altíð refleksivt í iva og umhugsar sítt lív, hvat hon hevur valt og ikki valt í lívinum.
Moderniteturin og eksistentialisman er langt inni í sálini á Lisu, bæði tá hesi eru mest spjaðandi og mennandi. Tá hon kemur til Føroya, býr hon t.d. á Hotel Hafnia. Bara tað, at hon letur henda persónin búgva á einum hotelli heldur enn at verða huld í føroyskum klikum, familjum og netverkum, ger, at hon sær mangt og hvat, ið føroyingar ikki síggja. Men best av øllum, so fær frásøgufólkið í frástøðu mót til at siga frá eini fínari og djarvari søgu um okkara nútíð.
Tað eg vildi við hesi lítlu søgu um Nebelong, var at vísa á, at tað ber til at skriva áhugaverda prosa í Føroyum í dag.
Og so ein provokatión móti endanum: Eg haldi, at Lisbeth Nebelong og bókin hjá Arthur Krasilnikoff »Hvalens Øje« (ið er um barndóm í Føroyum undir krígnum) eru tær bestu føroysku skaldsøgurnar seinastu árini. Tað er sjálvandi nógv fyri, at vit skulu innflyta rithøvundar. Hin vegin vilja vit eiga tann dansktskrivandi William Heinesen, hví vilja vit so ikki eiga hini eisini?

Resumé på dansk: Kim Simonsen ser Når engle spiller Mozart som en moderne og postkolonial roman, som han opfordrer alle til at læse. Han fremhæver de erotiske scener i romanen, som smukke og som "bådslængder foran de sædvanlige færøske biedermeierromaner", der "næsten altid slukker lyset på sengekanten". Men i det hele taget er bogens psykologiske portræt af et modernes menneske tvivl og søgen ifølge Kim Simonsen med til at gøre bogen til en moderne, realistisk roman, "som vi ikke skriver dem på Færøerne", og han konkluderer, at det altså "kan lade sig gøre at skrive interessant prosa på Færøerne i dag".

Om Kim Simonsen: Kim Simonsen (født 1970) er de senere års mest virksomme anmelder og kulturskribent på Færøerne. Han er cand.phil. i nordisk litteratur og er i færd med at afslutte magisterkonferens ved Københavns Universitet. Redaktør af Outsidermagazinet www.outsidermagazin.com
Også i det første nummer af Outsidermagazinet fremhæver han Når engle spiller Mozart som en moderne samtidsfortælling om en kvindes livsvalg og en spændende roman om alt det, færingerne ikke selv tør tale om; ikke mindst erotikken og forholdet til Danmark.

 

   
.