Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvTrilogien
vvTuren går til
vvForedrag
xxMøde i mol
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
Artikler
Sidste nyt
Pressefotos



Føroyska fólkasálin undir luppin

 

Portrætinterview "Den færøske folkesjæl under luppen" af Anna V. Ellingsgaard i den færøske avis Sosialurin 14. december 2007.

Teksten er på færøsk. Se dansk oversættelse her (Og tysk oversættelse her )

Við bókini Færøblues gevur høvundurin Lisbeth Nebelong eitt boð uppá, hvussu tað kennist at vera føroyingur, fangaður millum tað gamla og tað nýggja, og í samanstoytinum millum føroyska og danska mentan.

Føroyingar mugu koma úr hesi felluni, har teir antin háðlova ella hata alt, sum er danskt, sigur høvundurin Lisbeth Nebelong

Foto: Mikkel Krag

”Det er sjovt med dig, Kári, sagde hun. – Faktisk tænker jeg slet ikke på dig som færing”
Tá orðini hjá ríkisumboðsfrúnni fella í seinnu helvt av skaldsøguni Færøblues, er tað ikki bara høvuðspersónurin, 16 ára gamli Kári, ið hveppur seg við. Eisini lesarin veit, at annað og meir enn bara samleikin hjá Kára er uppi til kjak í hesum brotinum í nýggju skaldsøguni eftir Lisbeth Nebelong.
Hvat vil tað í grundini siga at vera føroyingur? Ella enn truplari: Hvat vil tað siga at vera føroyingur, tá stóri parturin av søguliga viðførinum á onkran hátt er danskur?


”Typiskt danskt”
Meðan svarið flytur seg millum bókasíðurnar, fær ein hug at halda tað vera dekan ov næsadjarvt av eini donskum kvinnuligum rithøvunda at billa sær inn, at hon veit, hvussu tað var at vera ein 16 ára gamal havnadrongur í 60 unum. Tíansheldur hvussu tað er, at vera føroyingur.
Lisbeth Nebelong smílist, meðan hon ristir við høvdinum.
- Nei, eg billi mær als ikki inn, at eg veit, hvat tað vil siga at vera føroyingur. Mín uppgáva sum rithøvundur er at ímynda mær tað og síðani lata tað til høvuðspersónin, Kára, at fortelja, hvussu tað kennist. Í Færøblues eri eg ein eyðgleiðari á kanningarferð í hesum serliga føroyska/danska universinum, sum altíð hevur hugtikið meg – og sum eg í ávísan mun kenni meg aftur í, sigur Lisbeth Nebelong og sipar til, at hon sjálv hevur búð í Føroyum í fleiri umførum.
Í bókini koma mentanarligu samanstoytirnir einamest til sjóndar í vinarlagnum millum Kára og Erik, sonur danska ríkisumboðsmannin. Men Erik hevur eisini ein annan týðandi leiklut. Høvudurin er nevniliga rættiliga sannførd um, at tað er, tá vit hitta fólk frá øðrum mentanum, at vit síggja okkum sjálvi í einum klárari ljósi. Um vit also eru opin fyri tí.
Hendan møguleikan fær Kári í ríkiligt mát í vinarlagnum við Erik, sum er hamrandi troyttur av ”undirlutakenslaðum” føroyingum, ið allir sum ein langt síðani høvdu verið deyðir, um øvundsjúka var ein deyðilig sjúka.
Men er slíkt ein ”sannleiki”, Kári ella aðrir føroyingar kunnu brúka til nakað?
- Tað má vera upp til lesaran at meta um. Sjálv haldi eg, at tað sigur meir um Erik, enn nakran annan, at hann gongur og fýrir sovorði av. Tað er jú ikki, tí hann er óndur, men hansara situatiónsfatan sum danskari í Føroyum er onki at reypa av, sigur Lisbeth Nebelong.
Og tað veit Kári eisini. Skjótt lærir hann at geva aftur av somu skuffu og letur Erik vita, at hann er deyðatroyttur av ”typiskum” danskarum, sum koma dragandi til Føroyar við teirra normum og virðum, uttan at geva sær far um landið, teir eru komnir til.


Møguleika at velja
Orðadráttir, sum hesir, gera ofta Færøblues rættiliga stuttliga at lesa, men tað er ikki bara fyri teirra undirhaldsvirði, at teir hava fingið pláss í bókini.
Sambært Lisbeth Nebelong er hetta ein roynd at vísa, hvussu tápulig og útlitaleys, hendan uppbýtingin í danir og føroyingar, ”okkum” og ”tykkum” í grundini er. Um vit ikki læra at hevja okkum upp hendan bólkahugburðin, kann onki konstruktivt spyrjast burturúr mentanarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark. Og tað er stórt spell, heldur hon.
Sjálv heldur hon tað ikki vera bláoygt at trúgva, at okkurt slag av sameining millum mentaninar kann fara fram, hóast Føroyar ikki er ein sjálvstøðug tjóð.
- Færøblues er fyrst og fremst ein lýsing av sambandinum millum menniskju. Erik og Kári kunnu velja, um teir síggja hvønn annan sum ”danskari” og ”føroyingur” við øllum teimum eintáttaðu og avmarkandi hjátýdningunum, tað hevur við sær. Ella teir kunnu velja at síggja hvønn annan sum persónarnir Erik og Kári, sum jú eru so nógv annað eisini, sigur Lisbeth Nebelong.
Eftir hennara tykki er tað sostatt í stóran mun upp til menniskju sjálvi, um tey lata seg stýra og avmarka av ytru umstøðum, bæði í samveruni við onnur og í royndini at skapa egnan samleika.


Gestur í egnum lívi
Spurningurin um at velja verður soleiðis eitt tema á fleiri stigum í Færøblues, har tað serliga er royndin hjá Kára at finna fótafesti í lívinum, ið drívur søguna fram.
Sum smádrongur er hann púra sannførdur um, at hann skal verða skipari, eins og pápin. Men longu á sínum fyrsta túri til skips fer hann at ivast. Hugurin til tónleikin dregur støðugt meir, og hóast hann veit, at pápin verður vónbrotin, velur hann ikki at fara við aftur skipinum. Ikki tí, at velja sjólívið hevði ikki á nakran hátt verið tann lættasta avgerðin – heldur tvørturímóti.
Fyri at fáa eina fatan av, júst hvat tað valið inniber, mynstraði Lisbeth Nebelong við línubátinum Bresti, meðan hon skrivaði Færøblues. Teir 13 dagararnar, hon var við skipinum, brúkti hon til at práta við manningina um milum annað lívið umborð og longsulin heim.
- Eitt, sum ofta gekk aftur í hesum prátum, var, at sjálvt um teir trivust fínt við at vera sjómenn, so hevði tað við sær, at teir ofta kendu seg sum gestir í teirra egna heimi, tá teir komu í land, greiðir hon frá.
Í bókini flytur Lisbeth Nebelong hesa kensluna av at vera gestur yvir á Kára, ið sum frá líður kennir seg sum gest í sínum egna lívi – eins og er hann við ”í einum sjónleiki, har tey ikki høvdu ráð til ein leikstjóra og har eisini teskarin var tikin av lønarlistanum”.
Til endan er Kári um at kvalast av hesum ”føroyska tilstandinum”, sum hann kallar tað, har snævurskygni og smáligheit gjøgnumsúrga alt. Hartil standa Føroyar sum ein nærum ítøkilig forðing fyri, at hann kann fylgja sínum dreymi um at gerast yrkistónleikari. 19 ára velur gamal hann tískil at flyta av landinum og sletta Føroyar úr sinninum.


Ættarliðssøga
Fyri Kára er avgerðin um at rýma eitt slag av uppreistri og mótmæli. Hinvegin hevði hann neyvan havt hendan møguleikan, var tað ikki, tí hann er barn av 60’unum. Høvundurin dylur heldur ikki yvir, at hon við Færøblues hevur ynskt at lýsa sítt egna ættarlið, 60’ara ættarliðið, sum vóru tey fyrstu, ið av álvara høvdu møguleikan at velja egna lívsleið.
Hóast ættarliðssøgur frá hesum tíðarskeiðnum eru sæddar fyrr, heldur Lisbeth Nebelong, at tað ríkar genruna, at Færøblues er staðsett í Føroyum.
- Tað eru ikki skrivaðar serliga nógvar føroyskar skaldsøgur um hetta tíðarskeiðið, og eg haldi tað vera synd, um tað bara fer í gloymskuna. Eisini hevði eg hug at kanna, hvat tað ger við menniskju, tá ein so ógvuslig broyting fer fram í einum so lítlum samfelag, sigur Lisbeth Nebelong og sipar til skiftið frá traditionella fiskisamfelagnum til vælferðarsamfelagið.
Fyri Kára merkir hetta skiftið, at allur hansara samleiki sum føroyingur er hóttur. Ella sum pápábeiggi hansara sigur: ”Tað er nú tú skal gera av, um tú vil vera verandi føroyingur ella um tú vilt verða professionellur tónleikari.”
Eina tíð dregur Kári á bæði, har tað serliga er omman, og allur tann kendi tryggleikin, hon umboðar, ið fær hann at ivast. Kortini velur hann ikki bara at venda Føroyum bakið, men eisini at rista allan føroyska samleika av sær við millum annað at broyta mátan, hansara navn stavast.


Váðaverk
Hóast Kári fær eitt gott lív uttanlands, er tað lítil ivi um, at hann kennir seg sum offur í mentanarliga og politiska tvidráttinum millum Føroyar og Danmark.
- Sum ungur er Kári fangaður í hasi antin-ella felluni, har hann skiftivís hatar og háðlovar øllum, sum er danskt. Hann fær heilt einfalt ikki rúma tankanum um, at tað kanska finst ein triði vegur, sigur Lisbeth Nebelong og leggur afturat, at trupulleikin er, at slíkur antin-ella hugburður rakar teg aftur sum ein bomerang, tí tú verður verandi fastlæstur og kemur ikki víðari - Tað kann so vera ein forkláring. Men eg haldi ikki, at tað kann brúkast sum ein umbering longur fyri, at til dømis danska og føroyska tjóðin ikki kunnu koma til sættis á ein fruktagóðan hátt, sigur Lisbeth Nebelong.
Við Færøblues kemur høvundurin sjálv við einum boði uppá, hvussu hetta kann gerast veruleiki. Eftir 25 ár sum útiseti og eina langa vøkunátt á Hotel Føroyum, letur hon umsíðir Kára taka eina avgerandi støðu. Hann velur at taka børnini hjá sær við ein túr í Havnini og fortelja teimum um tey vøkru støðini, hann vaks upp í. Myndaliga verður hansara nýggja fatan av havnargøtum soleiðis hendan triðja gøtan, komandi ættarliðið roynir at ganga.
Fyri Kára krevur hetta eitt stórt dirvi, sum høvundurin ikki dylir yvir, at hon sjálv kennir seg aftur í
- Tú spurdi, um tað ikki er í so næsadjarvt av mær, at koma við eini bók, sum hesi. Jú, tað er tað, men tú ert noydd at vera djørv, um tú skal bjóða tunga okinum av fortiðini av. Í so máta er Færøblues avgjørt eitt váðaverk, viðgongur Lisbeth Nebelong og sær eitt sindur fjálturstungin út.
Kortini fegnast Lisbeth Nebelong um, at bókin nú liggur sum eitt ítøkiligt boð uppá, at tað ber til at bjóða spentu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark av.

FAKTA: Færøblues

Bókin snýr seg um Kára, sum veksur upp í Havn í seksti- og sjeytiárunum. 19 ára gamal fer Kári til Norra at útbúgva seg til selloleikara, og vitjar hann ikki aftur í Føroyum fyrr enn 25 ár seinni, tá hann skal spæla á eini konsert í Norðurlandahúsinum. Vitjanin í Føroyum fær minnini um dreingjaárini í Havn at skola inn yvir Kára: minnini um kærleikan til donsku Lisu og vinarlagið við beiggja hennara Erik; tónleikaspælið saman við pápabeiggjanum Árna, heitu ástarløturnar saman við italsku Novella; túrin til skips við Bjørtu og ikki minst pínufullu uppgerðina við mammuna.
Myndaliga verður royndin hjá Kára at finna sítt pláss í lívinum samstundis ein lýsing av tvídráttinum millum føroyska og danska mentan og av lívinum í Føroyum millum siðvenju og modernitet.
Færøblues er onnur bókin í ætlaða tríverkinum hjá Lisbeth Nebelong um føroyska-danska mentanarsambandið.
Fyrsta bókin hevur heitið Når engle spiller Mozart, og kom
hon út í 2003


   
.