Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvTrilogien
vvTuren går til
vvForedrag
xxMøde i mol
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
Artikler
Sidste nyt
Pressefotos



 

Pressemeddelelse på Færøsk

 

"Når Engle spiller Mozart" - endurútgáva

Skaldsøgan "Når engle spiller Mozart" er uppseld og verður nú endurútgivin sum fikkubók.
Umleið triðingurin av upprunaútgávuni er seldur í Føroyum, og rithøvundurin Lisbeth Nebelong er ovfarin og glað, at eisini føroyingar hava tikið væl ímóti hennara fyrstu skaldsøgu.

Serliga fegnast hon um, at nógv fólk hava vent sær beinleiðis til hennara við brøvum, teldupostum og sms'um og hava sagt sína hugsan um bókina, um persónarnar í bókini og um hetta, at bókin fer fram í Føroyum.
"Tað er ein stór gleði, tá ið fólk siga frá, at bókin hevur nomið við tey og sett ferð á týdningarmiklar tankar", sigur Lisbeth Nebelong.

Skaldsøgan er um eina kvinnu, sum eftir mong ár, á vitjan aftur til Føroyar hittir eina fortíð og ein ungdómskærleika, sum hon trúði, at hon langt síðani hevði lagt aftur um seg.
Ein skaldsøga um at velja og at velja burturfrá í lívinum, um kærleika, tónleik og politikk. Tað er eisini ein søga um tað norðurlendska og um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú.

Um rithøvundin
Lisbeth Nebelong er fødd í 1955. Hon er útbúgvin tíðindakvinna og Master of Public Management, MPM. Árini 1965 til 1967 búði hon í Havn og gekk í Skt. Frans Skúla. Seinni frá 1973-1974 kom hon aftur og arbeiddi sum vikarur í Nonnuskúlanum.
Sum fjølmiðlakvinna vitjaði hon Føroyar í 1980, 1985 og í 1989, og í 2000 skrivaði hon ritgerð um fullveldisgongdina í Føroyum. Í dag er hon rithøvundur og samskiftisráðgevi, og hevur millum annað haft skeið á Løgmansskrivstovuni um "At fá boðskapin fram".
Seinastu tíggju árini hevur hon skrivað bøkur um privatøkonomi hjá fólki.

Når engle spiller Mozart er hennara fyrsta skaldsøga.

Fikkubókin verður at fáa í bókabúðunum fyrst í juli og kostar umleið 100 kr. Upprunaútgávan kostaði 201 kr.

Meira fæst at vita frá Lisbeth á lisbeth@nebelong.com telefon +45 39 68 32 98. Eisini ber til at venda sær til forlagið til Annemarie Elkjær, annemarie@elkjaeroghansen.dk telefon +45 45 85 7167.

 

   
.