Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvTrilogien
vvTuren går til
vvForedrag
xxMøde i mol
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
Artikler
Sidste nyt
Pressefotos



 

Færøsk pressemeddelelse

 

Færøblues

Tíðindaskriv frá Sjónleikarhúsinum um tiltak í sambandi við 1. útgávuna av skaldsøguni.


Nýggja danska skaldsøgan Færøblues kemur út í januar 2008 í Danmark, meðan hon í Føroyum kemur út 21. november 2007. Vit fara at hátíðarhalda hendan undanútgávudag í sjónleikarhúsinum frá kl. 16-17.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Færøblues – drengen med celloen er onnur skaldsøgan hjá Lisbeth Nebelong, og onnur skaldsøgan hjá danska rithøvundanum, íð fer fram í Føroyum.

Fyrsta fagurbókmentaliga verk Lisbeths var Når engle spiller Mozart (2003). Færøblues er sjálvstøðugt verk, men er samstundis onnur bókin í einum ætlaðum tríbindsverki um lívið í Norðuratlantshavinum og hvussu donsk og føroysk mentan renna saman.

Nýggja skaldsøgan handlar um Kára, íð nítjan ára gamal flytir úr Føroyum, og sum ikki fyrr enn fimmogtjúgu ár seinni – í februar 2000 - kemur heimaftur at spæla cello á eini konsert í Norðurlandahúsinum.
Hann býr á Hotel Føroyum við konu og børnum, og har endurupplívir hann dreingjaárini í Havn í 60’unum og 70’unum: Pápin er til skips, og mamman hevur nóg mikið at gera við sínum. Men Kári hevur tónleikakøna pápabeiggjan og vinirnar; konsertirnar og trolaratúrin; kærleikan til donsku Lisu – og ógvisligu uppgerðina við mammuna.

Lisbeth Nebelong búði í Havn sum barn og ung í árunum 1965-67 og 1973-74 og hevur síðani vitjað í Føroyum óteljandi ferðir sum rithøvundur, journalistur, skeiðsleiðari og fyrilestrahaldari.
Ein partur av undankanningini til Færøblues gekk fyri seg umborð á trolaranum Bresti, har Lisbeth í trettan dagar fylgdi lívinum umborð, og hon fylgdi eisini symfoniorkestrinum í sambandi við framførsluna av Mozarts rekviem mai 2005 í Norðurlandahúsinum og á Toftum.


Skrá í sambandi við útgávuna av bókini Færøblues – drengen med celloen
21. november í Sjónleikarhúsinum kl. 16 – 17.30:

- Móttøka víð Jytte Joensen, form. í Havnar Sjónleikarfelag, og klavertónleikur við Martin Restorff Jacobsen

- Steen Piper, stjóri á forlagnum Hovedland, greiðir frá um forlagið, bøkurnar og um at vera aftur í Føroyum.

- Tóri Restorff Jacobsen spælir præludiið og sarabandin úr solosuite nr. 5 í C-mol eftir Bach.

- Lisbeth Nebelong tosar um bókina, um hví hon hevur skrivað framhald um Kára og Lisu og um undankanningina til bókina.

- Lisbeth handar Heðin Mortensen borgarstjóra eitt eintak av Færøblues.

- Lisbeth lesur byrjanina til ”Piano”, har Kári saman við italiensku lærarinnuni spælir ”Svanan” eftir Saint Saëns.

- Tóri og Martin Restorff Jacobsen spæla ”Svanan” á cello og klaver.

- Drekkamuður og høvi at koma við viðmerkingum og at seta spurningar viðvíkjandi bókini.


   
.