Lisbeth Nebelong
   


ffForsiden
vvTrilogien
vvTuren går til
vvForedrag
xxMøde i mol
Når engle
spiller Mozart

Færøblues
Artikler
Sidste nyt
Pressefotos



Føroyar - mítt lívs løstur og gáva

 

Portrætinterview "Færøerne - mit livs traume og gave" af Anna V. Ellingsgaard i den færøske avis Sosialurin 17. marts 2006.

Teksten er på færøsk. (Se evt. tysk oversættelse)

Lisbeth Nebelong:Spurningurin er jú, um ein donsk kvinna yvirhøvur kann loyva sær at skriva eina søgu um ein føroyskan drong. Rithøvundurin Lisbeth Nebelong ivast, men bert eina løtu. Til heystar sleppur spurningurin at standa sína roynd, tá Lisbeth Nebelong gevur út sína aðru “føroysku” skaldsøgu.

Í gongini standa kuffertini pakkaði. Í tí, hon setur seg við borðið, avdúkar rithøvundurin Lisbeth Nebelong, at summarfuglarnir í búkinum leika í so ríkiliga í beint nú. Ikki av at skula í flogfarið til Danmarkar um eina løtu. Men tí, í tí eina kuffertinum liggur nú enn eitt kapittul til hennara nýggju skaldsøgu um føroyska skiparasonin Kára.
- Ja, eg má viðganga, at eg illa fái slept hesum tankanum, um ein donsk kvinna yvirhøvur kann loyva sær at skriva eina skaldsøgu um ein føroyskan drong. Tað eru tað uttan iva ymsar meiningar um. Men tað taki eg við, tí nú er ongin vegur aftur, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst hevur verið í Føroyum og savnað tilfar, so hon kann leggja seinastu hond á sína aðru “føroysku” skaldsøgu. Gongst, sum ætlað, kemur bókin út í heyst.

Í pápasa fótasporum ella?
Bókin um Kára er samtundis tann næsta einum tríverki, har lagnurnar hjá føroyska Kára og donsku Lisu snara seg inn og út úr hvørji aðrari. Í fyrru bókini, Når engle spiller Mozart, var 44 ára gamla Lisa miðdepil við føroyska fullveldisstríðnum sum leiktjaldi. Í nýggju bókini tekur høvundurin lesaran við aftur í 60ini, har vit fylgja Kára, ungdómssjeikinum hjá Lisu, sum hesuferð er høvuðspersónur. Men umframt at vera ein lýsing av unga dronginum, er bókin eisini ein breið ættarliðs- og tíðarlýsing av einum spírandi føroyskum vælferðarsamfelagi, har mamma Kára fer út at arbeiða hálva tíð, og pápin vinnur so væl, at tey kunnu flyta í nýggj hús í Hoyvík
- Eg havi leingið havt hug at siga søguna um 60ara ættarliðið, sum jú var tað fyrsta, sum veruliga hevði møguleikan at velja. Fyri Kára inniber valið samstundis nakrar øðrvísi og átrokandi spurningar, sum eg hevði hug at djúpa meg í, sigur Lisbeth, og sipar til, at tað onkursvegna liggur í luftini, at Kári verður sjómaður, líka sum pápin. Sum smádrongur droymir Kári sínar skiparadreymar, meðan hann gongur og leingist eftir pápanum. Men tá hann umsíðir fær møguleikan at fara ein túr til skips, verður hann greiður yvir, at tað kortini ikki er sjómaður, hann skal verða.
- Í bókini lati eg Kára og maskinmeistaran hava nøkur prát um hetta at velja sjólívið og at velja sum heild. Prátini hava við sær, at Kári umsíðir torir at seta orð á sín innasta dreym, sum er at gerast professionellur selloleikari. Fyri Kára fær avgerðin nakrar heilt ítøkiligar avleiðingar, sum tvinga hann at umhugsa alla sína framtíð í einum heilt øðrum ljósi og møguliga í einum heilt øðrum landi. Tað eru tankar sum hesir, eg í løtuni royni at seta meg inn í, greiðir Lisbeth frá.

Ein mannfólkaverð
Og tað er her, summarfuglarnir í búkinum byrja at flagsa. Tí sum høvundurin sigur
- Hvat veit eg, ein donsk kvinna um hvat tað vil siga, av vera ein ungur føroyskur drongur? Og hvat verður tað fyri ein “føroysk” søga, eg við mínum donsku brillum fái fortalt? Eg kann royna at vera saklig og annars gera mítt kanningararbeiði so gjølla, sum til ber. Men tá samanum kemur, verður ein søga jú altíð litað av høvundanum, ásannar Lisbeth.
Ein niðurstøða hjá høvundanum í hesum sambandi var, at fyri at kunna gera eina lýsing av tvídráttinum hjá Kára, mátti hon fáa innlit í tað lívið, hann velur frá. Tískil fór Lisbeth í fjør ein túr til skips við línubátinum Brestur, har hon mynstraði við sum dekkari.
- Tað var ein fínur túrur saman við ótruliga fittum monnum. Men teir ansaðu øgiliga væl eftir, at eg ikki arbeiddi ov nógv, flennir Lisbeth, sum sostatt hevði ríkan møguleika at ganga og eygleiða hesa heilt serligu mannfólkaverðina. Hon greiðir frá, at sjálvt um hon brúkar upplivingarnar á túrinum í bókini, er tað, sum hendir fyri Kára umborð, í allar mátar ein fiktiv søga.
- Men ein fiktiv søga skal framvegis verða sannførandi. Fyri meg hevði tað til dømis illa borið til lýst løgna sjónleikin, tá trolið verður tikið inn, um eg ikki hevði roynt tað í veruleikanum. Eisini ræður tað ein heilt serligur stemningur millum manningina umborð, sum eg mátti uppliva, fyri at geva prátinunum millum Kára og maskinmeistaran rætta tónan, sigur Lisbeth.
Søgan um Kára leiðir høvundan víða um, má sigast. Á hesi vitjanini í Føroyum hevur Lisbeth nevniliga nýtt høvið at tosa við ungar føroyskar tónleikarar um millum annað hetta at verða noyddur at flyta av landinum fyri at fylgja sínum dreymi.
- Her er tað stutt sagt mítt forvitni, sum drívur meg. Er tjóðskapur, uppvøkstur og fortíðin nakað, tú kanst smoyggja av tær, ella hvat hendir, um tú roynir, spyr Lisbeth og letur spurningin hanga í luftini.

Hjálandaarvurin
Meðan spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark var ein drívmegi í Når engle spiller Mozart, eru politiskir tjóðskaparspurningar ikki sum so ein partur av søguni um Kára. Og tó – Lisbeth er skjót at staðfesta , at tað neyvan slepst undan, at onkur útgáva av postkolonialum hugburði sníkir seg inn í sjónarhornið við tað, at hon er dani. Kortini heldur hon seg við vissu kunna siga, at søgan um Kára hvørki er umberandi, dømandi ella ein roynd at vekja samhuga. Tað hevur í øllum førum ikki verið ætlanin. Hvat so sníkir seg inn ótilvitað, er ein annar spurningur.
- Fyri meg er tað mest umráðandi at vera til staðar í søguni, meðan eg skrivi, so eg siti ikki við analytiskum eygum og meti um, hvørt hetta ella hatta brotið inniber ein fjaldan postkolonialan tvídrátt til dømis. Hinvegin – eg havi beint nú skrivað eina senu, har Kári ikki longur skal sita saman við sínum danska vini Óla í skúlanum - sum forrestin er sonur ein kommandørkapteyn í Mjørkadali, men í staðin nú skal sita saman við føroyska Jákupi, sum eisini er sonur ein skipara. Handan senan kann ivaeyst gerast sera áhugaverd, sæð við postkolonialum brillum, grunar Lisbeth.
Hvørki við tí fyrru ella við hesi skaldsøguni hevur Lisbeth sæð tað sum sína skyldu at geva einum kúgaðum minniluta eina rødd ella at umbera eitt hjálandaveldi, hvørs leivdir hon onkursvegna er partur av - ella hvat nú kundi hugsast at verið hennara postkoloniala ørindi. Tann støðan hevði verið ein heilt onnur, ásannar Lisbeth, um hon skrivaði um Grønland, sum eftir hennara tykki er eitt díki av danskari skuldarkenslu.

Á flog ...
Drívmegin aftanfyri søguna um fyrst Lisu og síðani Kára er heldur ikki ein brádligur áhugi fyri einum lítlum eksotiskum landi. At tað er so umráðandi fyri Lisbeth at siga hesa søguna kemst av, at hon sjálv heldur seg hava eina heilt serliga føroyska søgu at fortelja, við tað at hon hevur støði í eini mynd av Føroyum, sum røkkur líka frá barndómsminnum til tað granskandi akademiska eygað
- Burtursæð frá at vera mín lívslangi kærleiki, er Føroyar eisini mítt lívs løstur og gáva. Eg græt, tá eg sum 10 ára gomul varð noydd at flyta til Føroyar, tí pápi mín fekk starv hjá ríkisumboðnum. Og eg græt uppaftur verri, tá vit tvey ár seinni fluttu aftur til Danmarkar. So skjótt eg fekk møguleikan, fór eg aftur til Føroyar sum 19 ára gomul, tá eg starvaðist sum vikar á nunnuskúkanum í eitt ár, fortelur Lisbeth, sum seinni hevur verið á fleiri reportaguferðum í Føroyum sum journalistur. Í sambandi við sína útbúgving sum Master of Public Management skrivaði Lisbeth harumframt eina ritgerð um føroysku fullveldistilgongdina og eina um arbeiðið við føroysku grundlógini.
Føroyar er við øðrum orðum vorðið ein partur av Lisbeth, sjálvt um hon má ásanna, at hon ongantíð kemur at hoyra heima her.
- Tað er so nakað, eg ikki fái broytt. Men so er tað alt tað, eg sjálv kann gera av við at velja og velja frá. Kjarnin í báðum søgunum er, tá saman um kemur, tann æviga leitanin hjá okkum menniskjum eftir okkara virðum, samleika og tí, vit vilja við okkara lívi. Sjálv bleiv eg næstan 50, áðrenn eg fyri trimum árum síðani tók dik á meg og fylgdi mínum ungdómsdreymi um at gerast rithøvundur. Stóran part av tíðini føli eg meg sum ein lunda, sum fer skvatlandi eftir aldunum og roynir at koma sær at flog. So knappliga er hon har, kenslan av at flugva – og av at kenna seg sum heimsins lukkuligasta menniskja eina løtu.

   
.